25. august 2016

Ársfrásagnir og skattaroknskapir skulu framyvir innlatast í XBRL-sniði

Frá 1. januar 2017 skulu ársroknskapir og skattaroknskapir latast inn sum sonevndar XBRL-fílur

XBRL

Skráseting Føroya og TAKS hava boðað frá, at frá komandi ári skulu ársfrásagnir og skattaroknskapir latast talgild inn í XBRL-sniði.

Eisini krevja hesir myndugleikarnir, at bæði ársfrásagnir og skattaroknskapir verða latnir inn í PDF-sniði.

Orsøkin er tann, at

  1. *  PDF-sniðið er til fólk at lesa, meðan
  2. *  XBRL-sniðið er til teldur at lesa

 

Hvat er XBRL?

XBRL er ein stytting fyri: “eXtensible Buisness Reporting Language”, sum leysliga kann umsetast til “Víðkandi handilsfrágreiðingarmál”. Hetta er ein háttur, har fíggjarligar upplýsingar verða sendar millum teldur á ein slíkan hátt, at hesar fíggjarligu upplýsingarnar kunnu takast út aftur í ymiskum uppsetingum. Hesin hátturin at senda upplýsingar er bæði skjótari og tryggari. Tað er ikki neyðugt at tøppa upplýsingarnar inn aftur.

Ein annar fyrimunur er, at m.a. Hagstovan kann fáa fleiri neyvar upplýsingar á ein skjótan og tryggan hátt.

 

Hvussu gera man eina XBRL-fílu?

Tá hetta er eitt mál, ið teldur kunnu “tosa” á millum sín, er neyðugt, at tær fíggjarligu upplýsingarnar verða settar upp eftir einum føstum leisti.

Síðani 1993 eru ársfrásagnir hjá feløgum settar upp eftir føstum leisti, ið er ásettur í ársroknskaparlógini. Nú hevur TAKS ásett, at skattaroknskapir eisini skulu setast upp eftir føstum leisti, alt eftir virkseminum hjá skattaborgaranum. TAKS hevur gjørt 7 ymiskar leistir:

  1. 1) Vinnulig einstaklingavirkir
  2. 2) Hárfríðkanarstovur
  3. 3) Hýruvognar
  4. 4) Landbúnaður
  5. 5) Útleigin
  6.      Feløg:
  7. 6) Við greinbýttum rakstrarroknskapi
  8. 7) Við starvsbýttum rakstrarroknskapi

 

JANUAR hevur eina sera framkomna telduskipan, ið dagliga verður víðariment í okkara góðskusamstarvi við onnur sjálvstøðug grannskoðanarvirkir í felagsskapinum RGD (Revisorgruppen Danmark).

Henda skipanin er før fyri at seta bæði ársfrásagnir og skattaroknskapir upp í XBRL-sniði.

 

Tað fara vit sjálvsagt at gera fyri allar kundar okkara, so teir kunnu lúka tey krøv sum almennu myndugleikarnir seta.

 

Sjálvsagt kunnu vit eisini seta ársfrásagnir og/ella skattaroknskapir upp í XBRL-sniði fyri onnur enn okkara kundar, og senda hesar upplýsingarnar til almennu myndugleikarnar, og eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum um hetta.

 



Aftur