5. januar 2017

Íverksetarafeløg við kr. 1 í kapitali nýggjur møguleiki í vinnufelagslógini

Við gildi frá 1. januar 2017 eru týðandi broytingar gjørdar í vinnufelagslógini. Talan er m.a. um dagføringar av lógini, og nakrar av sjónligastu broytingunum eru broytingar til kapitalkrøvini og møguleikarnir fyri at stovna sonevnd íverksetarafeløg.

 

Broytingar til kapitalkrøvini

Fyri smápartafeløg er kapitalkravið lækkað úr kr. 80.000 niður í kr. 50.000. Nú ber eisini til at stovna sonevnd íverksetarafeløg, sum hava ein felagskapital uppá 1 kr.

Við hesum broytingum eru krøvini til felagskapital hesi:

·        Partafeløg                 kr.    500.000

·        Smápartafeløg           kr.     50.000

·        Íverksetarafeløg         kr.             1

Fyri partafeløg og smápartafeløg er ásett, at til eina og hvørja tíð skal í minsta lagi 25% av felagskapitalinum, tó í minsta lagi kr. 50.000, verða inngoldin. Hetta merkir m.a., at partafeløg kunnu stovnast, um í minsta lagi kr. 125.000 (25% av kr. 500.000) eru inngoldnar sum felagskapitalur.

 

Íverksetarafeløg

Fyri eitt íverksetarafelag er tað eitt krav, at 25% av rakstraravlopum felagsins skal bindast sum tiltakspeningur undir eginognini, til tiltakspeningurin saman við felagskapitalinum er í minsta lagi kr. 50.000.

Heldur ikki er loyvt íverksetarafeløgum at rinda út vinningsbýti, fyrr enn tiltakspeningurin saman við felagskapitalinum er í minsta lagi kr. 50.000.

Til ber hjá íverksetarafeløgum at umskráseta til smápartafelag, tá tiltakspeningurin saman við felagskapitalinum er í minsta lagi kr. 50.000.

 

Broytingar í ásetingarlógini

Eisini er vert at nevna, at grein 5 í ásetingarlógini samstundis er broytt, so feløg við einum felagskapitali upp á í minsta lagi kr. 50.000 og íverksetarafeløg skulu gjalda 18% í skatti.



Aftur