29. mars 2017

Fróði og Heini hava fingið loyvisprógv til at átekna peningastovnsroknskapir

Fyri at kunna átekna roknskapir hjá peningastovnum skulu grannskoðarar nú hava serligt loyvisprógv frá Fíggjareftirlitinum til hetta. Fíggjareftirlitið hevur við eini kunngerð ásett, at neyðugt er, at undirskrivandi grannskoðarar hava serligt loyvisprógv, og hevur sett ymsar treytir fyri at fáa slíkt prógv. Hesar treytir umfata m.a. krøv til royndir at grannskoða peningastovnar og eyka eftirútbúgvingar v.m.

Tveir av grannskoðarunum hjá P/F Januar hava í dag fingið loyvisprógv frá Fíggjareftirlitinum til at átekna peningastovnsroknskapir. Teir eru:

·        Heini Thomsen, statsautoriseraður grannskoðari

·        Fróði Sivertsen, statsautoriseraður grannskoðari



Aftur