30. november 2016

Gávur til starvsfólk

Nú jólini stunda til, lata nógv virkir starvsfólki sínum gávur.

Í hesum sambandi er vert at leggja til merkis, at gávur í peningi altíð verða skattaðar hjá starvsfólkinum uttan mun til upphæddina, meðan aðrar gávur ikki verða skattaðar um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er kr. 1.500 ella minni.

Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald meira enn kr. 1.500, skal skattur gjaldast av allari upphæddini.

Í mun til undanfarin ár eru ásetingarnar fyri 2016 broyttar soleiðis, at nú ber eisini til at lata starvsfólki gávukort, har keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald í mesta lagi er uppá kr. 1.500, uttan at hetta verður skattað hjá móttakaranum.

Í aðrar mátar verða gávur í sambandi við 25, 30, 40 og 50 ára starvsdag ikki skattaðar hjá móttakara, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er ávikavist kr. 2.000, kr. 3.000, kr. 4.000 og kr. 5.000 ella minni. Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald meira enn hesar upphæddir, skal skattur gjaldast av allari upphæddini.



Aftur