28. desember 2016

Januar fær einstreingjaða leiðslu

Tað eru nú fýra ár síðani, at grannskoðanarfyritøkurnar NOTA og INPACT kastaðu saman í eina fyritøku, sum fekk heitið Januar.

Til tess at fáa samanleggingina at ganga so væl og smidliga sum gjørligt og til tess at samskipa uppgávurnar, sum nú skuldu loysast undir sama taki, hevur nýggja fyritøkan síðani havt tveir stjórar - ein frá hvørjari av gomlu fyritøkunum.

Nú eru tær tillagingar, sum krevjast av eini slíkari samanlegging, komnar á mál.

Starvsfólkatalið, sum í 2012 var 42 í báðum fyritøkunum, er nú 34 - og tey hoyra ikki longur til "gamla NOTA" ella "gamla INPACT". Øll hoyra til JANUAR - og øll byrjaðu í november í tí nýggja, stásiliga bygninginum á Óðinshædd.

Nú allar tillagingarnar í sambandi við ”samanleggingina” eru komnar upp á pláss, er tíðin komin til at umskipa leiðsluna, so hon eisini verður lagað til veruligu støðuna.

Eftir uppskoti frá nevndini samtykti aðalfundurin at velja Hans Laksá í nevndina sum 5. nevndarlim.

Fyri at fáa ein smidligari bygnað heldur nevndin, at JANUAR framyvir bert hevur fyri neyðini at hava ein stjóra. Nevndin hevur avgjørt, at Jógvan Amonsson verður stjóri felagsins.

Við tí tætta samstarvinum, sum er millum stjórn og nevnd, fara hvørki starvsfólk, viðskiftafólk ella samstarvsfelagar at merkja nakað til umskipanina.



Aftur