12. mars 2020

Januar fylgir ávisingunum frá Landsstýrinum – men roynir at arbeiða við fullari megi

 

Januar tekur støðuna við Corona virus í størsta álvara. Tí hevur tað verið neyðugt hjá Januar at seta nøkur fyribyrgjandi tiltøk í verk.

 

Nøkur av starvsfólkunum eru farin heim at arbeiða, meðan serligar ásetingar eru viðvíkjandi teimum, sum framvegis eru á skrivstovuni.

 

Hvat merkir hetta fyri kundar okkara

 

Starvsfólk okkara hava góðar møguleikar at arbeiða heimanifrá, og tí kann væntast, at allar arbeiðsuppgávur vera loystar sum avtalað. Í teimum førum, har tað ikki ber til, fáa kundar okkara beinleiðis boð um tað.

 

Skrivstova og móttøka okkara hevur opið sum vant. Á hendan hátt er tað framvegis møguligt at lata skjøl og annað inn í avgreiðsluni.

 

Miðað verður eftir at útseta fundir ella hava fundir umvegis telefon ella aðrar samskiftismiðlar.

 

Allir okkara medarbeiðarar eru framvegis at hitta umvegis telefon ella teldupost. Víst verður til heimasíðu okkara fyri at fáa yvirlit yvir hesi.

 

Tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til móttøkuna, og annars vóna vit bara, at kundar okkara skilja støðuna, sum vit øll nú eru komin í.

 

Hjá Januar ansa allir medarbeiðarar annars eftir at fylgja ávisingum frá myndugleikum um at vísa ábyrgd og ikki at luttaka í óneyðugum tiltøkum ella øðrum aktivitetum, sum økja vandan fyri smittuspjaðing.



Aftur