26. mai 2020

Kom í læru hjá JANUAR

Kom í læru hjá JANUAR

Okkum tørvar evnarík ung fólk við áræði.

Hevur tú áhuga í samfelagsviðurskiftum og búskapi? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í tí privata vinnulívinum? So kunnu vit bjóða tær eina verkliga og ástøðiliga útbúgving, ið ikki fæst betri í Føroyum, og sum til fulnar er á støði við tað besta, ið verður bjóðað aðrastaðni.

Hvørji eru vit?

JANUAR er eitt grannskoðara- og ráðgevingarfelag, sum veitir lógarbundna grannskoðan og ráð á ymsum økjum, til dømis viðvíkjandi roknskapi, bókhaldi, at stovna virkir, sølu/keypi/umskipan av virkjum og skattamálum.

Á virki okkara eru nógvir góðir leikarar. Men tað er fyrst og fremst gjøgnum samarbeiði, at vit hava skapt eitt sterkt lið. Nú hava vit pláss fyri nøkrum leikarum afturat. Vit sóknast tí eftir evnaríkum persónum við áræði, ambitiónum og hugi at vera við á einum liði, har nógv er at gera, og har arbeitt verður í einum góðum umhvørvi.

Mál okkara er við fyrstafloks arbeiði at geva kundum okkara bestu tænastu. Tá arbeiðið eisini skal gerast skjótt og effektivt, kann arbeiðstíðin ikki altíð vera innanfyri ávísa klokkutíð. Hetta setur krøv til starvsfólkini, og arbeiðið kann tí viðhvørt vera hart - men tað er eisini spennandi.

Hvat krevja vit?

Lóggávan setur stór krøv til fakliga støðið hjá einum grannskoðara. Men felag okkara setur enn størri krøv til persónligu eginleikarnar hjá einum grannskoðara, sum skal vera ábyrgdarfullur, álítandi, trúverdur og skilja týdningin av at hava tagnarskyldu. Fakliga støðið verður uppbygt gjøgnum teoretiska útbúgving og starvsvenjing – tí er neyðugt, at tú tekur eitt stórt tak.

Vit vænta, at tú hevur tikið ella tekur HF, HH ella studentsprógv í summar, og at tú ynskir eina búskaparliga útbúgving. Tú vart/ert millum tey stinnastu í flokkinum hjá tær, og tú hevur hug at sameina eina teoretiska og eina praktiska útbúgving. Eisini heldur tú tað vera spennandi at sleppa at virka í vinnulívinum.

Møguleikar fyri víðari útbúgving

Lærutíðin er tvey ár. Í fyrstu syftu kanst tú lesa HD, samstundis sum tú vinnur pening.

Aftaná HD hevur tú fleiri møguleikar. Velur tú at lesa cand.merc.aud. ella líknandi sum fulltíðarlesandi í Danmark, Noregi ella aðrastaðni, kunnu vit kanska útvega tær arbeiði í lestrartíðini. Tú kanst eisini velja at lesa cand.merc.aud. sum sjálvlesandi, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum.

Eftir cand.merc.aud. er møguleiki at gerast statsautoriseraður og løggildur grannskoðari. Hevur tú vilja, evni og rættan hugburð, stuðla vit tær í at fullføra tað, sum tú setur tær fyri.

Umsókn

Størvini verða sett eftir summarfrítíðina (umleið 1. september 2020), men setanaravtalur verða gjørdar í juli.

Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til okkara og seta teg í samband við Jógvan Amonsson á tlf. 554713 ella Hans Laksá á tlf. 551738.

Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2020 og skal sendast til januar@januar.fo ella Januar, Óðinshædd 13, Postboks 30, FO-110 Tórshavn.




Aftur