10. apríl 2018

Skráseting Føroya herðir reglurnar fyri innlating av ársfrásagnum

Sambært § 138 í ársroknskaparlógini skulu ársfrásagnir sendast til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað. Mannagongdin hevur higartil verið tann, at um ársfrásøgnin ikki er latin inn, tá ið freistin er farin, fær felagið eina áminning við einari freist á 4 vikur. Um ársfrásøgnin ikki er latin inn, áðrenn hendan freistin er farin, verður felagið sent skiftirættinum til avtøku.

Frá 1. juli 2018 verður hendan mannagongdin broytt soleiðis:

  • Um ársfrásøgnin ikki verður latin inn rættstundis, fer Skráseting Føroya, við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini, at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda eitt avgjald. Um eitt felag hevur stjóra og nevndarlimir, verða nevndarlimirnir persónliga álagdir at rinda. Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið. Viðkomandi leiðslulimur ábyrgjast persónliga fyri avgjaldið. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, verður kravið sent til pantingar. Upphæddirnar eru 500 kr., 2.000 kr. ella 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.
  • Teir fyrstu 8 dagarnir eftir, at freistin er farin, eru “ókeypis”.
  • Skráseting Føroya fer framhaldandi, við heimild í § 150, stk. 3 í ársroknskaparlógini, og § 226 jvb. § 225 í vinnufelagslógini, at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt.

Dømi um hvussu avgjaldið skal roknast:

Fyritøka A hevur freist at lata inn ársfrásøgn tann 30. juni. Fyritøkan letur ikki ársfrásøgnina inn til tíðina, og fær ein rykkjara.

  • Um fyritøkan letur ársfrásøgnina inn, áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt.
  • Heldur fyritøkan ikki nýggju freistina, verður álagt eitt avgjald á 500 kr. til hvønn lim í ovastu leiðsluni.
  • Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. juli, verður avgjaldið 2.000 kr. til hvønn lim í ovastu leiðsluni.
  • Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. august, verður avgjaldið 3.000 kr. til hvønn lim í ovastu leiðsluni.


Aftur