KT-grannskoðan og aðrar tænastur

JANUAR hevur drúgvar royndir innan KT-grannskoðan og váðastýring á KT-økinum.

Vit taka okkum av KT-grannskoðan, bæði av almennum KT-trygdarfyriskipanum umframt trygdarfyriskipanum í nýtsluskipanum (applikatiónum). Harumframt veita vit ráðgeving og tænastur á mongum øðrum økjum innan KT-trygd so sum t.d.

  • Váðametingar
  • Gjøgnumgongd og meting av fyriskipaðum trygdartiltøkum
  • Meting av handfaring av persónsupplýsingum
  • Trygdarskoðanir
  • Útveiting
  • Hýsing
  • Aðra viðkomandi ráðgeving