Nýtt virki við 92 ár av søgu og royndum

Januar sær dagsins ljós 10. desember 2012. Men søgan hevur røtur langt aftur í tíðina. Januar er ein samanrenning millum tvey grannskoðanarvirki, Inpact og Nota. Hvør í sínum lag, vóru hesar báðar fyritøkur sjónligar og eyðkendar á marknaðinum, og hava tær hvør í sínum lag verið við til at menna grannaskoðanarvinnuna í Føroyum.
Inpact varð stovnað í 1964, og er aldursforseti á grannskoðanarmarknaðinum. Nota varð stovnað fýra ár seinni, í 1968. Sostatt hava hesar báðar fyritøkur samlað heili 92 ár av søgu og 92 ár av førleikum. Saman savna feløgini sínar førleikar og bjóða nú føroyskum vinnulívi og myndugleikum eina breitt samansetta ráðgevingar- og grannskoðanartænastu á altjóða stigi.

Søgan hjá Inpact
Grannskoðaravirkið INPACT varð stovnað í 1964 undir heitinum Grannskoðaravirkið Jógvan Sundstein. Í 1986 tók Jógvan Amonsson prógv sum statsautoriseraður grannskoðari og var tilnevndur stjóri saman við Jógvani Sundstein. Teir róku virkið fram til 1. juni 2000, tá Jógvan Sundstein fór frá við eftirløn.
Síðani 1992 varð virkið rikið undir heitinum Grannskoðaravirkið INPACT.

Í oktober 2009 var leiðslan endurnýggjað og eigaraskarin víðkaður. Fróði Sivertsen statsaut. revisor, Heini Thomsen statsaut. revisor og Jógvan Joensen løggildur grannskoðari komu inn sum stjórar saman við Jógvani Amonssyni, samstundis sum teir gjørdust partaeigarar.
Grannskoðaravirkið INPACT varð nú rikið av fýra síðusettum stjórum og partnarum, harav tríggir eru statsautoriseraðir revisorar og ein løggildur grannskoðari.

Søgan hjá Nota
NOTA varð stovnað í 1968 av Carl Vilhelm Weihe. Áðrenn hann kom aftur til Føroya og stovnaði felagið, hevði hann arbeitt sum statsautoriseraður grannskoðari í Danmark.
Í 1993 bleiv Klaus Rasmussen samánari av felagnum eftir at verða blivin statsautoriseraður grannskoðari. Tá varð navn felagsins broytt til Rasmussen & Weihe, og felagið hevði hetta navn til november 2009, tá ið navnið varð broytt til NOTA.

Í 2007 valdi Klaus Rasmussen at gevast í fyritøkuni, og Hans Laksá, statsautoriseraður grannskoðari, gjørdist nýggjur stjóri í fyritøkuni.

Navnið Januar
Navnið Januar er súmbolskt. Januarmánaður er umráðandi tíð hjá grannskoðanarvinnuni, tí tá verður litið afturá, hvussu árið hilnaðist hjá kundunum, eins og mett verður um, hvussu nýggja árið fer at ganga. Samsvarandi hevur navnið eisini røtur í rómverska gudinum Janusi, ið hevði tvey andlit, og sum tí átti evnini at skoða bæði aftureftir og frameftir í tíð.

Januar helt fyrstu árini til á Glaðsheyggi í Havn, har ið Nota var áður, men er í 2016 flutt niðan á Óðinshædd í nýggj og snotulig hølir. Á nýggja virkinum eru fleiri enn 30 starvsfólk. Av hesum eru fýra statsautoriseraðir grannskoðarar.

Stjóri í Januar er Jógvan Amonsson.