Tíðindi
6
.
June
2023

Christina góðkend at grannskoða fíggjarfyritøkur

23.05.23 fekk Christina á Bøgarði certificering frá Finanstilsynet, sum gevur henni heimild at undirskriva ársfrásøgnina hjá fíggjarfyritøkum. Christina fekk heitið sum statsautoriseret revisor í 2020, og hevur hon síðan tá arbeitt miðvíst móti hesi góðkenning, ið byggir á arbeiðsroyndir og eftirútbúgvingarkrøv.

Vit á P/F Januar fegnast sjálvsagt um at Christina hevur fingið hesa góðkenning.

Skulu vit hjálpa tær og tíni fyritøku? Ring og fá eitt prát á tel. 55 17 21.