Um Januar

Januar er ein samanrenning millum grannskoðanarvirkini Inpact og Nota og er í dag Føroya størsta grannskoðaravirki. 

Fremst á marknaðinum

Januar sá dagsins ljós 10. desember 2012. Men søgan byrjar langt áðrenn tað. Inpact varð sett á stovn í 1964. Nota varð stovnað fýra ár seinni. Í dag húsast fyritøkurnar báðar undir somu lon og við sama navni – Januar. Sostatt eru vit elsta og harvið royndasta grannskoðarafyritøkan í landinum. Saman bjóða vit vinnulívi og myndugleikum eina breitt samansetta ráðgevingar- og grannskoðanartænastu á altjóða stigi.

Søgan hjá Inpact

Í oktober 2009 var leiðslan endurnýggjað og eigaraskarin víðkaður. Fróði Sivertsen statsaut. revisor, Heini Thomsen statsaut. revisor og Jógvan Joensen løggildur grannskoðari komu inn sum stjórar saman við Jógvani Amonssyni, samstundis sum teir gjørdust partaeigarar.

Les meira

Søgan hjá Nota

NOTA varð stovnað í 1968 av Carl Vilhelm Weihe. Í 1993 bleiv Klaus Rasmussen samánari av felagnum eftir at verða blivin statsautoriseraður grannskoðari. Tá varð navn felagsins broytt til Rasmussen & Weihe, og felagið hevði hetta navn til november 2009, tá ið navnið varð broytt til NOTA.

Les meira

Navnið Januar

Januar eitur eftir rómverska gudinum, Janus. Hann hevði tvey andlit og dugdi at síggja fram í tíð og aftur í tíð. 
Januarmánaður er umráðandi tíð hjá grannskoðanarvinnuni, tí tá líta vit aftur í tíð, hvussu árið hilnaðist hjá kundunum, eins og vit meta um, hvussu nýggja árið fer at ganga.

Starv

Droymir tú um at arbeiða hjá okkum? Ella ynskir tú at koma í læru sum grannskoðari? Vit taka ímóti umsóknum til eina og hvørja tíð.

Set teg í samband við okkum á januar@januar.fo.

Virkisupplýsingar

Upp og afturlatingartíðir
Mánadag-fríggjadag 08.00-16.00

PF.nr. 5821 · V-tal 601470
Betri Bank 9181-2000344 
IBAN nr. FO8091810002000344
BIC EIKBFOTF

BankNordik 6460-2204101
IBAN nr. FO1564600002204101
BIC FIFBFOTX

Norðoya Sparikassi 9865-1017289
IBAN nr. FO4898650001017289
Swift NOYAFO21

Suðuroyar Sparikassi 9870-4280076
IBAN nr. FO8398700004280076
Swift SPNODK22

Nevnd

Christina á Bøgarði
Fróði Sivertsen
Jóhan Martin Jacobsen
Jógvan Joensen
John Michal Petersen

Stjórn

Hans Laksá