Dátuverndarkunning

P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki ("Januar", "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at verja trúnaðin, integritetin og atgeingi á teimum upplýsingum, undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um okkara kundar, veitarar og starvsfólk. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.

Tá P/F Januar útinnir váttanaruppgávur, undir hesum lógarásettu grannskoðanina og aðrar váttanaruppgávur, har vit avgera endamálið við viðgerðini, er P/F Januar sum meginregla dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið verða viðgjørdar sum partur av uppgávuni. Harumframt eru vit dátuábyrgdarar av okkara viðgerðum í sambandi við egna kunda- og veitarafyrisiting, har vit avgera endamálið við viðgerðini.

Tá P/F Januar veitir bókhaldshjálp umframt aðra ráðgeving, fer viðgerðin vanliga fram eftir boðum frá kundanum. Í tílíkum førum kann P/F Januar verða dátuviðgeri hjá kundanum. Er P/F Januar dátuviðgeri fyri kundan, sum partur av veitingini sambært hesum avtalubrævi, hevur kundin sambært § 41, stk. 2, í dátuverndarlógini1 ábyrgd av at tryggja, at viðgerðin er grundað á bindandi avtalu.

Hendan dátuverndarkunning lýsir tær viðgerðir, sum Januar útinnur sum dátuábyrgdari.

Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari

Vitjandi á januar.fo

Endamál: Vit viðgera persónupplýsingar fyri at kunna veita ávísa tænastu, m.a. at kunna móttaka umsóknir um stuðul. Harumframt nýtir síðan ávís farspor, ið skráseta upplýsingar um tóleindina (teldu/teldil/snildfon) hjá tí vitjandi fyri at kunna betra um okkara síðu og veita tí vitjandi eina betri uppliving.

Les meira um okkara nýtslu av farsporum ella broyt tínar stillingar her.

Heimild fyri viðgerðini: Vit viðgera upplýsingarnar grundað á samtykki frá tí skrásetta sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.

Harumframt er viðgerðin grundað á okkara heimilaða áhugamál, tá vit útinna innanhýsis greiningar av ferðsluni á netinum fyri at kunna betra um virknaðin av síðuni og upplivingina, hjá tí vitjandi sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum tann vitjandi sendir okkum umvegis heimasíðuna, undir hesum navn, bústað, teldupost og telefon umframt upplýsingar um stuðulsumsókn og endamál.

Harumframt viðgera vit persónupplýsingar um tóleindina, IP-adressu, og farsporstillingar hjá tí vitjandi.

Kelda: Upplýsingar koma frá tí vitjandi.

Móttakarar av dátum: Sum meginregla lata vit ikki tínar persónupplýsingar víðari til annan dátuábyrgdara, men nýta vit í ávísum førum útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Varðveitslutíðarskeið: Upplýsingar um stuðulsumsóknir verða strikaðar innan 2 mánaðir eftir, at Januar hevur móttikið tær.

Varðveitslutíðarskeiðið av farsporum er ymiskt, men verða tey tó ikki varðveitt longri enn 2 ár.

Starvsumsóknir

Endamál: Endamálið við viðgerðini er at kunna viðgera starvsumsóknir umframt at meta um førleikarnar hjá umsøkjara til eitt opið ella framtíðarstarv hjá Januar.

Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Í ávísum førum kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv í staðin skuldi verið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, ið viðkomandi sendir okkum, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar.

Kelda: Upplýsingarnar koma frá umsøkjara. Vit kunnu í einari setanartilgongd eisini leita eftir alment atkomuligum upplýsingum um skrásetta á netinum umframt á sosialu miðlunum.

Móttakarar av dátunum: Persónupplýsingarnar verða ikki latnar øðrum dátuábyrgdara. Vit nýta tó útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum, m.a. veitara av teldupostskipan. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Varðveitslutíðarskeið: Starvsumsóknir verða varðveittar inntil setanartilgongdin er liðug. Óumbidnar umsóknir verða strikaðar 12 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar.

Fyrisiting av kundasamstørvum

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara kundasamstørv, undir hesum stovnan av kundum, veiting av tænastum, fakturering og umsiting annars av okkara kundum.

Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at kunnu røkja okkara kundasamstarv og menna okkara tænastur grundað á tørvin og væntanir hjá kundanum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar persónupplýsingar um kundan og starvsfólk hjá kundanum, undir hesum navn, teldupost, telefonnummar og aðrar samskiftisupplýsingar.

Kelda: Upplýsingarnar koma frá kundanum og starvsfólkum kundans.

Móttakarar av dátunum: Eftir umbøn kann Januar lata upplýsingarnar víðari til aðrar dátuábyrgdarar, undir hesum grannskoðara felagsins ella almennar eftirlitsmyndugleikar.

Januar nýtir harumframt útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar í 5 ár at rokna frá endanum av árinum, vit seinast hava veitt kundanum eina tænastu. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunna vit varðveita upplýsingarnar í eitt longri tíðarskeið.

Kundakunnleikamannagongdir

Endamál: Endamálið við viðgerðini er at kunna útinna okkara kundakunnleikamannagongdir samsvarandi hvítvasklógini.

Heimild fyri viðgerðini: Januar er álagt í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi.

Viðgerðin er grundað § 8, stk. 1, nr. 3, tá viðvíkur vanligum persónupplýsingum. Í øðrum lagi er okkara viðgerð av persónstalinum grundað á § 16, stk. 2, nr. 2.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera og varðveita samleikaprógv og persónstal umframt upplýsingar um veruligar eigarar av kundanum.

Kelda: Upplýsingarnar koma frá kundanum, eigarum ella leiðsluni.

Móttakarar av dátunum: Eftir umbøn kann Januar lata upplýsingar víðari til annan almennan myndugleika, undir hesum National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK).

Januar nýtir harumframt útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar í 5 ár at rokna frá endanum av árinum, vit seinast hava veitt kundanum eina tænastu. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunna vit varðveita upplýsingarnar í eitt longri tíðarskeið.

Fyrisiting av veitarasamstørvum

Endamál: Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu umsita okkara sáttmálar við veitarar umframt at útvega og móttaka vørur- og tænastur frá okkara veitarum.

Heimild fyri viðgerðini: Viðgerðin er grundað á okkara heimilaða áhugamál, ið er at kunna røkja okkara veitarasamstørv umframt at menna okkara tænastur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar upplýsingar um veitaran umframt samskiftisupplýsingar hjá ávísum starvsfólki hjá veitaranum.

Kelda: Upplýsingar koma frá veitaranum ella starvsfólki veitarans.

Móttakarar av dátunum: Eftir umbøn kann Januar lata upplýsingarnar víðari til aðrar dátuábyrgdarar, undir hesum grannskoðara felagsins ella almennar eftirlitsmyndugleikar.

Januar nýtir harumframt útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar, undir hesum ávísar persónupplýsingar í 5 ár.

Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara samstarv við veitaran heldur fram.

Lógarásett grannskoðan og aðarar váttanaruppgávur

Endamál: Endamálið við viðgerðini er at kunna veita kundum okkara lógarásetta grannskoðan umframt at kunna útinna aðrar váttanaruppgávur við vissu.

Heimild fyri viðgerðini: Vit viðgera persónupplýsingarnar fyri at kunna geva eina grannskoðaraváttan. Viðgerðin er neyðug fyri at halda okkara rættarliga skyldu sambært grannskoðanarlógini.

Sløg av persónupplýsingum: Vit viðgera vanligar upplýsingar um kundan, veitarar og kundar hjá kundanum undir hesum samskiftisupplýsingar og fíggjarligar upplýsingar.

Harumframt viðgera vit persónupplýsingar um starvsfólk kundans, undir hesum navn, bústað, samskiftisupplýsingar, upplýsingar um lønarviðurskifti, persónstal og yrkisfelagsligt tilknýti.

Kelda: Upplýsingarnar koma frá kundanum og starvsfólkum kundans.

Móttakarar av dátunum: Upplýsingarnar verða í stóran mun varðveittar í innanhýsis KT-skipan. Vit nýta tó útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.

Varðveitslutíðarskeið: Vit varðveita upplýsingarnar í 5 ár at rokna frá endanum av árinum, vit seinast hava veitt kundanum eina tænastu. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunnu vit varðveita upplýsingarnar í eitt styttri ella longri tíðarskeið.

Flutningur av persónupplýsingum til triðjalond

Sum meginregla verða persónupplýsingar ikki fluttar til triðjalond. Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, harav viðgerð av persónupplýsingum fer fram í triðjalandi, undir hesum USA. Í tílíkum førum tryggja vit, at avtalur samsvarandi standardásetingunum verða gjørdar við veitaran.

Dátuvernd

Kunningartøkni hevur stóran týdning fyri okkara virksemi, og tær tænastur vit veita kundum okkara. Vit taka allar hóttanir og teir váðar, ið eru á KT-trygdarøkinum í størsta álvara og geva øllum okkara skipanum og dátum hægstu KT-trygdarraðfesting. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, ið tryggja kundadátur, persónupplýsingar og aðrar trúnaðarligar upplýsingar. Vit útinna javnan innanhýsis eftirlit og skoðan innan dátuvernd fyri at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin.

Tíni rættindi

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi sambært dátuverndarlógini, sum Januar hevur skyldu til at fylgja.  

Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónupplýsingar verða strikaðar, og at Januar avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum ella nýtir tín rætt til dátuflutning ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Tá vit viðgera persónupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.

Samband

Hevur tú spurningar til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum ella ynskir tú at nýta tíni rættindi sum lýst omanfyri, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.

P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki
Óðinshædd 13
FO-110 Tórshavn

+298 31 47 00
januar@januar.fo
www.januar.fo

Kæra

Ynskir tú at kæra yvir okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, verður tú vinaliga biðin um at senda okkum ein teldupost til januar@januar.fo og lýsa málið. Vit viðgera kæruna og venda aftur.

Tú hevur eisini rætt til at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðu Dátueftirlitsins www.dat.fo.

Dagføringar

Okkara dátuverndarkunning verður leypandi dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Dátuverndarkunningin er seinast dagførd tann 20. oktober 2023.