Um greiningina
Hetta er 2. partur av greiningini av teimum størru feløgunum í Føroyum. Fyrsti partur umrøddi umsetningin hjá feløgunum, meðan hesin seinni parturin umrøður rakstraríkastið hjá somu feløgunum.
Ætlanin við greiningini er, at lýsa gongdina hjá føroysku feløgunum, fyri tey seinastu 5 árini, og harvið geva eitt innlit í gongdina hjá vinnulívinum.
Rakstaríkast
Samlaða rakstraríkastið hevur verið hampuliga støðugt hesi seinastu 5 árini, tó við undantaki av 2016, ið hevur verið eitt serstakliga gott ár hjá feløgunum. Av umsetninginum hjá feløgunum, hevur ársúrslitið ligið støðugt um 11,8% - 13,5%, tó við undantaki av 2016. Sí annars tabellina