Tíðindi
1
.
January
2023

Eru tit fyrireikað til eitt GDPR eftirlit?

Dátueftirlitið hevur lagt eina eftirlitsætlan fyri 2023, har ætlanin er at fremja áleið 100 eftirlit. Eftirlitsætlanin leggur høvuðsdent á tvey øki úr dátuverndarlógini. Hesi eru:

 

Viðgerðaryvirlit

Eitt yvirlit yvirdátuviðgerðir skal gerast. Hetta er ein lýsing av øllum virkisgongdum, har viðgerð av persónupplýsingum er ein partur av og kann umfata eina lýsing av øllum frá eini setanartilgongd til yvirvøku av hurðaloggi.

  • Navn og samskiftisupplýsingar (fyri dátuviðgerar skal eisini upplýsast navn og samskiftisupplýsingar á teimum dátuábyrgdarum, persónupplýsingum verða viðgjørdar vegna)
  • Eina lýsing av bólkum av skrásettum og sløgum av persónupplýsingum (fyri dátuviðgerar, einans hvørji sløg av persónupplýsingum)
  • Endamálið við viðgerðini
  • Bólkar av móttakarum, her undir móttakarum í útlondum, triðjalondum ella millumtjóðafelagsskapum
  • Upplýsing um flutning av persónupplýsingum til eitt útland, eitt triðjaland ella ein millumtjóðafelagsskap
  • Ætlaðu tíðarfreistirnar fyristriking av ymisku sløgunum av upplýsingum (ikki galdandi fyri dátuviðgerar, tá dátuábyrgdarin avger hetta)
  • Eina almenna lýsing av trygdartiltøkum

 

Kunning til skrásetta(dátuverndarkunning)

Meginreglan í lógini gevur skrásetta ávís rættindi, undir hesum rætt til eina gjøgnumskygda kunningum, hvussu persónupplýsingarnar verða viðgjørdar. Krøvini til dátuverndarkunningina hjá einum dátuábyrgdara kunnu lýsast sum:

  • Kunning, ið altíð skal upplýsast
  • Aðra víðkaða kunning, ið skal upplýsast, um hon erneyðug fyri at tryggja skrásetta eina rímiliga og gjøgnumskygda viðgerð
  • Um upplýsingarnar verða savnaðar fráskrásetta
  • Um upplýsingarnar verða savnaðar frá øðrumenn skrásetta

 

Eisini er umráðandi at taka støðu til, hvør málbólkurin er fyri einstøku viðgerðina, og kann kunningin eisini býtast upp í ymisk sløg, undir hesum:

  • Uttanhýsis kunning – Ein yvirskipað kunning til millum annað komandi starvsfólk, kundar og onnur viðskiftafólk
  • Innanhýsis kunning – Ein kunning um viðgerð, ið umfatar starvsfólkamál. Hendan kunning er tó ikki viðkomandi at hava tøka á heimasíðu dátuábyrgdarans
  • Ítøkiliga kunning áðrenn samtykki verður givið fyri tilmelding til tíðindabrøv ella líknandi.

Umframt eftirlitsmálini hjá Dátueftirlitinum fyri 2023 um viðgerðaryvirlit og dátuverndarkunning, eru tað fleiri onnur týðandi viðurskifti, ið støða skal takast til fyri at eftirlíka lógina, hesi eru millum annað:

  • Meginreglan í lógini
  • Fyritreytir fyri lógligari viðgerð
  • Veitarar og avtalur
  • Flutningur til útlond, undir hesum ótrygg triðjalond, so sum USA.
  • Rættindi hjá skrásetta
  • Dátuvernd og KT-trygd
  • Handfaring av trygdarbrotum
  • Eina skipað tilgongd, ið tryggjar, at hædd verður tikin fyri øllum viðkomandi viðurskiftum

 

Setið tykkum í samband við okkum og frætti nærri um hvussu ein dátuábyrgdari ella dátuviðgeri skal fyrihalda seg til nýggju eftirlitsætlanina umframt onnur krøv úr dátuverndarlógini.

Januar hevur fyrireikað eina vegleiðing, ið gevur eina yvirskipaða innleiðslu í tey ymsu hugtøkini og krøvuni í dátuverndarlógini.