Grannskoðanarvirkið JANUAR og Hans Laksá, grannskoðari, taka til eftirtektar eina bót frá Grannskoðaranevndini á 100.000 krónur fyri óheftnisbrot, hóast JANUAR metir, at allar reglur um óheftni mótvegis kundunum eru hildnar. JANUAR tekur við bótini heldur enn at royna málið í rættinum
Grannskoðanarvirkið JANUAR harmast stórliga eina bót á 100.000 krónur, sum Grannskoðaranevndin hevur álagt Hans Laksá løggildum grannskoðara, hjá JANUAR, at rinda fyri brot á reglurnar um óheftni mótvegis einum kunda, ið er fevndur av ásetingunum í grannskoðaralógini um ávísar kundar, har grannskoðari og grannskoðanarvirki ikki bæði kunnu grannskoða og samstundis veita kundanum roknskaparhjálp.
Talan er um brot á grannskoðaralógina § 22, stk. 4 og stk. 6 og kunngerðina um óheftni § 5, nr. 1, har Grannskoðaranevndin hevur mett, at Hans Laksá, løggildur grannskoðari hjá JANUAR, hevur givið einari fyritøku grannskoðaraátekning á ársfrásagnir, samstundis sum grannskoðanarvirkið eisini hevur veitt roknskaparhjálp við at seta ársfrásagnirnar upp.
Vit eru ósamd við Grannskoðaranevndina og harmast, at vit hava fingið bót fyri eitt brot, sum vit ikki meta okkum hava framt. Vit kundu roynt málið í rættinum, men talan hevði verið um eina alt ov drúgva próvførslu, sum vit ikki ynskja at brúka tíð og orku uppá, sigur Hans Laksá, løggildur grannskoðari hjá JANUAR.
Hans Laksá vísir á, at JANUAR hevur verið í sambandi við kundan, sum eins og JANUAR hevur ta fatan, at JANUAR hevur ikki veitt roknskaparhjálp, og at JANUAR bert hevur verið inni í nøkrum praktiskum viðurskiftum í elektronisku uppsetingini fyri at tryggja at roknskaparuppsetingin var samsvarandi nýggju roknskaparreglunum, ið vóru settar í gildi fyri nøkrum árum síðani.
Hetta er fyrsta mál av sínum slag, og tí er talan um ein tulkingarspurning, har vit eru ósamd við Grannskoðaranevndina. Men vit taka bótina frá Grannskoðaranevndini til eftirtektar uttan at fara í rættin við málinum, sigur Hans Laksá.
Hann loyvir sær kortini samstundis at fegnast um, at Grannskoðaraeftirlitið í síni góðskumeting av JANUAR góðkendi grannskoðaravirkið uttan stórvegis viðmerkingar.
Vinaliga
JANUAR