Tíðindi
9
.
September
2022

JANUAR hevur gjørt roknskapargreining av 20 av størstu feløgunum fyri 2021

Samandráttur av broyting í lyklatølunum frá 2020 til 2021

Nettosølan er økt 12,8% í mun til undanfarna ár, EBIT-marginan er eisini økt, tó ikki eins nógv 2,9%. Íløgurnar eru minkaðar við 6,6%. Nettoskuldin er vaksin við 7,8%

Nettosøla

Nettosølan er nógv økt aftur, og er nú á einum hægri støði enn áðrenn Covid-19. Heili 6 av teimum 20 valdu feløgunum hava havt eina øking í nettosøluni, ið er meira enn 20%. Miðal vøkstur (vektað pr. felag) er 11,0%(2020: -6,3%) ímeðan samlaði vøksturin er 12,8% (2020: -8,5%).

EBIT

EBIT marginan hækkar við 2,9%, men er tó enn eitt vet lægri, enn tað varð í 2019. EBIT marginan hevur annars verið støðugt lækkandi tey seinnu árini, men hækkar nú aftur, eftir eitt stórt fall í 2020. 10 av teimum 20 feløgunum hava eina hækking íEBIT, tó hevur gongdin verið negativ hesi seinastu 5 árini, við undantaki av 2021.

Íløgur

Íløgurnar hjá teimum størru feløgunum eru minkaðar við 6,6% samanhildið við seinasta ár, og hava íløgurnar verið støðugt fallandi seinastu 4 árini.

Nettoskuld

Nettoskuldin hjá teimum stóru feløgunum er økt við 7,8% í 2021 (2020: 4,1%). Nettoskuldin hevur verið í einum støðugum vøkstri seinastu 5 árini. Verða feløgini vektað eins, so hækkar nettoskuldin 11,8% í meðal pr. felag (2020: 8,2%)

Sí greining her