TAKS hevur sent út eitt nýtt rundskriv um broytingar av roknskaparári hjá feløgum.
Ein av størstu broytingunum er, at tað nú ber til at umleggja frá álmanakkaári til annað roknskaparár í tann mun, at broytt verður til ein ársfjórðing.
Umsóknir um at broyta roknskaparár til álmanakkaár verða í høvuðsheitinum altíð gingnar á møti, meðan umsóknir um at broyta roknskaparár frá álmanakkaári til brotið roknskaparár verða gingnar á møti, í tann mun broytt verður til ein ársfjórðing.
Um eitt felag søkir um at fáa brotið roknskaparskeið umlagt til annað brotið roknskaparskeið, verður umsóknin eisini gingin á møti, í tann mun broytt verður ein ársfjórðing.
Hevur TAKS varhugan av, at ein umsókn um broyting av roknskaparári einans hevur til endamáls at fáa eina longri gjaldfreist við skattinum, verður umsóknin ikki gingin á møti.
Sí rundkskrivið her.