Tíðindi
12
.
December
2023

Óli Joensen góðkendur sum CSRD-grannskoðari

Vit fegnast um, at Óli Joensen tann 27. november 2023 bleiv góðkendur av Erhvervsstyrelsen í Danmark sum CSRD-grannskoðari. Góðkenningin er ein týðandi varði, ið styrkir okkara vinnutænastur innan burðardygd, og gevur okkum møguleika at veita váttanir eftir CSRD-rammuverkinum.

CSRD (Corporate Sustainability Reporting Directive) er eitt EU-regluverk, og kemur góðkenningin hjá Óla til røttu tíðina, nú størri feløg, skrásett á keypsskálanum, frá 1. januar 2024 skulu gera CSRD-frágreiðingar eftir hesum reglunum.

P/F Januar hevur í fleiri ár hjálpt kundum við ESG- og CSR-frágreiðingum, bæði sum ráðgevi og grannskoðari.

Vit ynskja Óla til lukku við góðkenningini og fegnast um at kunna veita hesar tænastur til føroyska vinnulívið.