Tíðindi
12
.
December
2021

Partaeigaralán nú eisini fevnd av hvítvasklógini

Tað er í flestu førum í stríð við Vinnufelagslógina, at partaeigarar og/ella leiðsla læna pening v.m. frá felag sínum. Tá slík viðurskifti koma fyri, verður hetta upplýst – og harvið fráboðað umheiminum - í grannskoðanarátekningini til roknskapin og í ársroknskapinum annars. Í heilt serligum førum kunnu slík mál verða meldað til løgregluna.

Fráboðanarskyldan hjá grannskoðarum er nú víðkað enn meira, sambært herdu lóggávuni um hvítvask, ið varð sett í gildi í Føroyum 1. juli 2021, tí ólóglig partaeigaralán eru eisini fevnd av hvítvaskhugtakinum.

Hetta merkir, at grannskoðarar og grannskoðanarfyritøkur hava skyldu at boða SØIK (Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet) frá, tá ólóglig lán verða staðfest.

Sí meira kunning frá Skráseting Føroya her