Tíðindi
9
.
September
2023

Roknskapargreining 2022 av teimum stóru fyritøkunum

Størru fyritøkurnar kláraðu seg heilt væl  í 2022

Størru fyritøkurnar í Føroyum høvdu stóran vøkstur í nettosølu og íløgum í 2022. Samtíðis er rakstraravkastið støðugt, eins og nettoskuldin eisini stendur í stað.

Samanumtikið var 2022 eitt serstakliga gott ár hjá størru føroysku fyritøkunum.

Vøksturin í nettosølu er á 28,3%, og vøksturin er serliga frá hægru oljuprísunum, ið hava verið hetta seinasta árið. Hóast oljufeløgini standa fyri størra partinum av vøkstrinum, so er nettosølan vaksin hjá øllum feløgunum við undantikið av einum.

Greiningin vísir eisini, at feløgini hava verið før fyri at halda rakstraravkastið á sama støði sum undanfarna ár. Men tó skal havast við, at um hugt verður eftir 5 teimum seinastu árunum, so er rákið negativt.

Feløgini hava framt íløgur fyri 1,9 mia.kr. hetta seinasta árið, og er hetta væl tað hægsta, íløgurnar hava verið hesi seinastu 5 árini. Samtíðis, sum íløgurnar eru øktar, so stendur rentuberandi skuldin ístað, og hava feløgini sostatt fíggjað íløgurnar við positivum gjaldføri, heldur enn uttanhýsis skuld.

Um greiningina

P/F Januar hevur gjørt greiningar av teimum stóru feløgunum í Føroyum síðani 2017.

Øll feløg, ið sambært Skráseting Føroya, lata roknskap inn sum C-stór feløg ella størri, eru tikin við í greiningina. Tó eru íløgufeløg vald frá, eins og peningastovnar og tryggingarfeløg, tí teirra roknskaparuppsetingar kunnu ikki beinleiðis sammetast við vanligu virkisroknskapirnar, sum eru settir upp samsvarandi ársroknskaparlógini. Eisini er mett, at P/F Bakkafrost er ein so mikið stór fyritøka í mun til onnur føroysk feløg, at sjálvt smáar broytingar í rakstrarligu gongdini hjá P/F Bakkafrost kunnu órógva samanberingar. Tískil er P/F Bakkafrost heldur ikki við í greiningini.