Grannskoðan

Grannskoðan er neyðug fyri flestallar fyritøkur. Lógin krevur, at alt er rætt innroknað og uppgjørt í roknskapinum, og at øll skjøl fyriliggja. Men grannskoðan kann vera torfør at skilja. Okkara leiklutur er at vera ráðgevi og bindilið í fíggjarligu rapporteringini.

Álitisumboð

Ein grannskoðari er eitt slag av álitisumboði, har ið myndugleikar, fíggjarstovnar, íleggjarar og roknskaparbrúkarar kunnu líta á fíggjarligu upplýsingar hjá tær.

Hví grannskoðan?

Betri roknskapargóðska

Vit kanna, at roknskapurin er í lagi og innan fyri lógarinnar karmar, og at fíggjarligu mannagongdirnar eru í eini tryggari legu.

Góðskustempul

Ein váttan frá okkum virkar sum eitt góðskustempul av tínum roknskapi, fíggjarligum uppgerðum o.ø. 

Aðrar váttanir

Vit gjøgnumganga eisini roknskaparuppsetingar (review), tíðarskeiðsroknskapir, skattaroknskapir v.m.

Víðkað gjøgnumgongd

Vit gera víðkaða gjøgnumgongd, um tú ynskir tað, og lóggávan loyvir tí. Krøvini eru tá linari viðvíkjandi grannskoðanini.

Lóggáva

Vit meta um, hvørt samsvar er við lóggávuna, tá ið vit góðskustempla fíggjarligar uppgerðir.

Tænastur

Vit grannskoða á øllum økjum. Okkara tænastur fevna um partafeløg, smápartafeløg, íverksetarafeløg umframt kommunur, grunnar og stovnar osfr.

Hug til eitt prát um grannskoðan?

Ring til okkara á 31 47 00.