Sama hvat tað snýr seg um, so er ráðgeving altíð grundað á tvey ting – nærlagni og nærveru. Ein ráðgevi er tín høgra hond í fíggjarligu rapporteringini.
Veitst tú ikki heilt, hvussu tú stovnar eitt felag, ella hvussu tú fæst við fíggjarstýring, leiðslustýring, burðardyggar frágreiðingar osfr.? Tað skalt tú ikki hugsa um. Tað eru ráð fyri tí. Ella rættari – tað eru ráðgevar fyri tí.
Hví ráðgeving?
Ofta finnast møguleikar, tú ikki visti um. Við okkara royndum og vitan kunnu vit brynja teg til at taka avgerðir, ið passa best til tín tørv.
Vit taka altíð støði í tær og tínum viðurskiftum og ráðgeva soleiðis, sum vit meta tað vera mest viðkomandi fyri teg.
Skalt tú stovna felag ella einstaklingavirki? So er nógv at hugsa um. Tosa við okkum. Vit ráðgeva um fyrimunir og vansar.
Tað skal vera skil í. Vit ráðgeva um stovnseting av bókhaldsskipanum og munadyggum fíggjarstýringum og rapporteringum.
Burðardygd merkir ikki einans at minka um útlátið. Tað fevnir eisini um menning og at skapa nýggjar handilsmøguleikar.
Her snýr tað seg um langtíðarætlanir: at skapa mál og málsetningar og at veita eina óhefta váttan um avrikslyklatøl viðvíkjandi margfeldni og inklusjón osfr.
Ring til okkara á 31 47 00.