Hvussu nógvan skatt skalt tú rinda? Beri eg meg rætt at á mvg-økinum? Vit vita alt um skatt og avgjøld. Við okkara hjálp fært tú tryggjað tær, at tú ikki rindar meir, enn tú eigur.
Okkara skattaráðgeving fevnir um eina røð av tænastum so sum at fylla út sjálvuppgávur, gera skattskylduga inntøku upp (vanliga inntøku og kapitalvinning), rokna skattin, gera upp leiguinntøku, tilfeingisskatt, inntøku og tap av virðisbrøvum osfr.
Hví skattaráðgeving?
Tínar avgerðir kunnu fáa stórar skattligar avleiðingar. Týðandi er at fyribyrgja, at villur og óvæntaðar rættingar stinga seg upp.
Vit avgreiða skatta- og avgjaldsviðurskifti bæði fyri persónar og virkir.
Vit ráðgeva um keyp og sølu av fyritøkum, bygningum og umskipingum av virkseminum v.m.
Vit greina skattligar avleiðingar, tá ið yngra ættarliðið tekur yvir.
Arbeiðir tú uttanlands? Ella kemur tú til Føroya at arbeiða? Vit tryggja, at tíni skattligu viðurskifti eru í lagi.
Vit hjálpa tær at fáa bindandi boð frá TAKS, tá skattaviðurskiftini eru ógreið. Eisini hjálpa vit tær við kærumálum, um tú og TAKS ikki eru á einum máli.
Ring til okkara á 31 47 00.