KT-grannskoðan

Tað eru nógv vinnurekandi, sum ikki kenna til týdningin av KT-grannskoðan. Og tað er spell, tí KT-grannskoðan kann betra munandi um mannagongdirnar í fyritøkuni, og so er tað skjótt at seta í verk.  

Er KT-trygdin í lagi?

Umframt at kanna, at mannagongdirnar eru skilagóðar, er uppgávan hjá einum KT-grannskoðara at tryggja, at fyritøkan hevur KT-trygdina í lagi. Her meta vit um handfaringina av tínum persónsupplýsingum, og so hyggja vit at hýsing umframt tínum dátum og tænastum, sum aðrir veitarar umsita.

Hví KT-grannskoðan?

KT er komið fyri at vera

Allar skipanir eru bygdar rundan um KT.  Fer skipanin hjá tær, so fara allar upplýsingarnar eisini. KT-grannskoðan er sum so ikki eitt nýtt fyribrigdi á marknaðinum – og so slett ikki fyri okkara KT-grannskoðarar, sum hava drúgvar royndir á økinum. 

Altíð ajour

Umframt at samstarva við útlendskar serfrøðingar dagføra vit okkum javnan, so tú við vissu veitst, at tín KT-skipan er nøktandi í mun til roknskap og trygd. 

Gjøgnumgongd og meting av fyriskipaðum trygdartiltøkum

Vit meta um, hvussu KT-trygdin er løgd til rættis, og ráðgeva um ábøtur.

Váðametingar

Vit gera váðametingar á KT-skipanini fyri at skilja hvar váðin er við júst tí skipanini, og hvussu vit kunnu fyribyggja feilir.

Meting av handfaring av persónsupplýsningum

Vit kanna eftir um handfaringin av persónsupplýsningum er røtt, og um tú fyllur krøvini lógin sigur.

Trygdarskoðanir

Vit skoða trygdina í mun til formligar reglur og vanligar metingar um "Best Practice".

Hug til eitt prát um KT-grannskoðan?

Ring til okkara á 31 47 00.