Tíðindi
6
.
June
2020

Dátuverndarlógin er nú samtykt

Tann sonevnda dátuverndarlógin er nú samtykt, og nýggju krøvini um vernd av persónsupplýsingum koma í gildi 1. januar 2021. Lógin er føroyska útgávan av General Data Protection Regulation (GDPR).

Lógin er umfatandi og setir nógv krøv, sum ikki skulu nevnast her, men eitt týðandi krav er, at fyritøkur og stovnar skulu prógva, at lógin verður fylgd. Hetta krevur, at fyritøkur og stovnar gera eitt ávíst arbeiði og framleiða ymisk skjøl, sum eiga at verða til taks og javnan at verða dagførd.

Leiðin til at verkseta dátuverndarlógina

Fyrsta stig

Tað er umráðandi at vera fyrireikaður, tá lógin kemur í gildi, men tað er eisini umráðandi ikki at leypa framav. Hvør fyritøka og stovnur kann t.d. gera hesi átøk:

  • Taka støðu til, hvørjir førleikar eru, og hvørjir møguliga skulu fáast til vega
  • Kunnu vit fyrireika okkum til nýggju krøvini uttan hjálp uttanífrá ?
  • Kunnu vit útbúgva egin starvsfólk til at taka sær av hesum øki ?
  • Er neyðugt við uttanhýsis ráðgeving fyri at fyrireika okkum til nýggju lóggávuna ?
  • Gera eina tørvskanning
  • Er okkara viðgerð av persónsupplýsingum umfatandi ?
  • Er okkara viðgerð av persónsupplýsingum fløkt ?
  • Hava vit tørv á eini serskildari KT-skipan at hjálpa okkum ?
  • Klára vit okkum við vanligum skrivstovuamboðum (Word, Excell v.m.) ?
  • Ábyrgdartilluting
  • Ein væl skikkaður ábyrgdarpersónur eigur at verða valdur út til at taka sær av at fáa fyrireika fyritøkuna ella stovnin til nýggju lóggávuna við ella uttan uttanhýsis hjálp.

Annað stig

Lógin líkist GDPR rættiliga nógv, og tískil kunnu útlendskar vegleiðingar viðv. GDPR eisini nýtast. Ábyrgdarpersónurin kann t.d. taka stig eftir hesum leisti:

  • Festa arbeiðið við at fylgja krøvunum í ovastu leiðslu
  • Fyritøkur og stovnar eiga at festa alt arbeiðið við at seta í verk tiltøk fyri at fylgja nýggju lóggávuni í ovastu leiðsluni. Um leiðslan ikki er við, so fer arbeiðið ikki at eydnast.
  • Meta um lógarkrøvini í mun til fyritøkuna ella stovnin
  • Ein neyv gjøgnumgongd eigur at verða gjørd av nýggju lóggávuni:
  • Hvussu raka lógarkrøvini ?
  • Hvat er neyðugt at gera fyri at fylgja lógini ?
  • Uppgávur verða býttar út á starvsfólk ella ein uttanhýsis veitara
  • Fyrireika og seta í verk trygdartiltøk
  • Ein hóskandi leistur eigur at verða valdur at arbeiða eftir (t.d. ISO-standardar)
  • Vavið av arbeiðinum eigur at verða staðfest (t.d. allar deildir ella bert høvuðsskrivstovan ?)
  • Váðametingar eiga at verða gjørdar til tess at lýsa tørvin á trygdartiltøkum

Hetta er bert ein stutt lýsing av, hvussu farast kann til verka. Í eini verkætlan at seta nýggju lóggávuna í verk eru nógv stig, sum ikki eru lýst omanfyri. Tað er sera ymiskt, hvussu ein slík verkætlan kann verða sett í verk, alt eftir slag og stødd av fyritøkum og stovnum.

Vit hava serkunnleika á økinum og eru til reiðar at ráðgeva kundum, um ynski er um tað.