Nýggja greiningin hjá P/F Januar fyri 20 av teimum størru feløgunum í Føroyum vísir, at 2019 hilnaðist væl í mun til undanfarin ár. Samlaða nettosølan er økt við 0,7 mia.kr. til 10,7 mia.kr. í 2019. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 7,5%. Heili 15 av teimum 20 feløgunum hava ein hægri umsetning í 2019 samanborið við 2018.
Rakstraravkastið
Sum ein positiv avleiðing av økta umsetninginum, og at feløgini megna at halda EBIT-marginuna á sama støði sum undanfarna ár, er rakstraravkastið hjá feløgunum økt.
Samlaði vøksturin í rakstraravkasti er øktur við 116 mió.kr. til 1,1 mia.kr. Hetta svarar til eina øking uppá 11,8% samanborið við 2018.
Íløgur og nettoskuld
Íløgurnar standa mest sum í stað við 1,3 mia.kr. Hinvegin hava feløgini økt um nettoskuldina við 2,8% hetta seinasta árið.
Við undantaki av 2016, hevur nettoskuldin hjá feløgnum verið í støðugum vøkstri hesi seinastu árini.
Framtíðarútlit
Flestu fyritøkurnar nevna í leiðslufrágreiðingini, at óvissur eru viðvíkjandi 2020 grundað á møguliga ávirkan av Covid-19.
Hóast endaligu avleiðingarnar enn eru ógreiðar, so verður mett, at flutningsfeløgini Smyril Line og Atlantic Airways koma at hava væl minni umsetning enn undanfarna ár. Harumframt verður mett, at útflutningsfyritøkurnar koma at hava minni umsetning grundað á truplari atgongd til útlendskar marknaðir.
Broytingar í mun til undanfarin ár
Verður samanhildið við greiningarnar undanfarnu árini, so er Bakkafrost tikið úr greiningini, og er hetta grundað á, at samtakið hevur keypt skotska alifelagið Scottish Salmon Company (SSC), sum aftur viðførir, at lyklatølini broytast heilt nógv. Bakkfrost-samtakið hevði skeiklað tølini í greiningini somikið nógv, at greiningin eftirfylgjandi nærum einsamalt hevði verið av Bakkafrosti.