Tíðindi
5
.
May
2024

Bókhaldari til bókhaldsdeildina

P/F Januar sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókhaldara.

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í P/F Januar við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning, har tú samstundis eisini verður partur einum bókhaldstoymi, ið bókar fyri kundar okkara. Sum bókhaldari á Januar, arbeiðir tú tætt saman við dugnaligum starvsfeløgum, sum stuðla og vegleiða. Á Januar raðfesta vit ikki einans fakligan kunnleika, men vit leggja stóran dent á samanhald og persónligar eginleikar, sum hava avgerandi týdning fyri eitt varandi og gott kundasamband.

Starvið fevnir um:

  • Bókhald fyri ymiskar fyritøkur
  • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði

Vit vænta, at tú hevur:

  • Royndir innan bókhald
  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Góðan málførleika
  • Góðan telduførleika á brúkarastigi
  • Góð samstarvsevni
  • Hug og evni til at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv í eini spennandi fyritøku við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda P/F Januar. Góðir møguleikar eru fyri at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum.

Lønar- og setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.

Umsókn: Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum kann sendast okkum í telduposti á januar@januar.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 17. juni 2024.

Starvsbyrjan: Starvið verður sett beinanvegin ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Christinu á Bøgarði, tlf. 551721 ella cab@januar.fo. Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.