P/F JANUAR kann bjóða tær eitt avbjóðandi og spennandi starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap og skatt.
Sum starvsfólk hjá P/F JANUAR fært tú arbeiðsroyndir og fakliga vitan.
P/F JANUAR er eitt løggilt grannskoðanarvirki. Vit grannskoða og ráðgeva innan roknskap, bókhald og møguligar umskipanir. Harumframt veita vit ráðgeving og grannskoðan innan KT og KT-trygd, eins og vit ráðgeva um skatt og meirvirðisgjald.
Tú verður partur av einum dugnaligum, ágrýtnum og væl útbúnum starvsfólkatoymi. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar. Vit ynskja at arbeiða skjótt og effektivt, tí okkara mál er at geva kundunum ta bestu tænastuna. Tað setur samstundis krøv til okkara starvsfólk. Tað kann vera hart til tíðir, og summir dagar kunnu vera longri enn aðrir. Tað er bara ein partur av at vera í hesi spennandi vinnuni. Í starvinum fært tú eisini breitt innlit í føroyska vinnulívið.
Samstundis, sum tú arbeiðir, byrjar tú upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. HD 1. partur, ið tekur 2 ár, er skipaður við undirvísing á Búskaparbreytini á Glasi vanliga 2 dagar um vikuna. Seinni parturin av HD lestrinum, sum eisini tekur 2 ár, er skipaður í samstarvi millum Búskaparbreytina á Glasi og Aarhus Universitet.
Eftirfylgjandi er møguligt at lesa Cand.merc.aud. sum fjarlestur, samstundis sum tú arbeiðir í Føroyum, ella tú velur fulltíðarlestur uttanlanda. Eftir cand.merc.aud. er møguleiki at lesa til statsaut. revisor og løggildan grannskoðara.
Umsókn saman við skjølum kann sendast til okkum í telduposti til januar@januar.fo ella við vanligum posti til:
P/F JANUAR
Óðinshædd 13
Postboks 30
FO-110 Tórshavn
Næmingarnir byrja 1. september 2023 ella áðrenn eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreistin er 1. mai 2023.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Christinu á Bøgarði, tlf. 551721 ella Hans Laksá, tlf. 551738. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.