Tíðindi
5
.
May
2024

Næmingar til grannskoðan eftir summarfrítíðina

Hava búskaparligar lærugreinar tín áhuga? Tykist tað áhugavert at útvega tær praktiskar starvsroyndir og vitan innan roknskap, bókhald og føroyska vinnulívið, samstundis, sum tú tekur eina útbúgving á høgum støði innan grannskoðan? So er at lesa meira um hvørjir møguleikar eru við einum spennandi starvi innan grannskoðan hjá Januar.

Vælkomin á Januar

Tú verður ein partur av Januar og øllum okkara ágrýtnu starvsfeløgum, sum arbeiða við grannskoðan og loysa aðrar torgreiddar avbjóðingar fyri føroyska vinnulívið og almennar myndugleikar. Sum næmingur á Januar, arbeiðir tú tætt saman við dugnaligum starvsfeløgum, sum stuðla og vegleiða tær í allari tilgongdini. Á Januar raðfesta vit ikki einans fakligan kunnleika, men vit leggja stóran dent á samanhald og persónligar eginleikar, sum hava avgerandi týdning fyri eitt varandi og gott kundasamband.

Vit eru ikki bara eitt grannskoðanarvirki, sum tosar um roknskap, skatt og fígging. Vit eru eisini ein sparringspartnari, eitt trygdarnet og ein hjálpandi hond: Ein, sum kundin kann hava álit á, sum kennir kundan og er tøkur, tá ið á stendur.

Tín leiklutur

Dagligu uppgávurnar sum næmingur innan grannskoðan á Januar eru fjølbroyttar, við ymsum uppgávum og ymsum kundum, sum gevur næminginum eitt breitt innlit í føroyska vinnulívið. Tú verður partur av einum toymi, sum ynskir at arbeiða skjótt og effektivt, sum eisini kann vera hart til tíðir, har summir dagar kunnu vera longri enn aðrir. Tað er bara ein partur av at vera í hesi spennandi vinnuni.

Útbúgving og starvsmøguleikar

Fyrsta stig á tíni yrkisleið er HD-útbúgvingin, sum er skipað í tveimum pørtum í samstarvi við Glasir og Aarhus Universitet. HD 1. partur er skipaður við undirvísing 2 dagar um vikuna á Glasi. HD 2. partur er skipaður sum fjarlestur í samstarvi við Aarhus Universitet.

Hevur tú dirvi og áhuga fyri at útbúgva teg enn meira, er møguligt at lesa cand.merc.aud. sum fjarlestur, samstundis, sum tú arbeiðir í Føroyum, ella tú velur fulltíðarlestur uttanlands. Eftir lokið cand.merc.aud. prógv er eisini møguleiki at lesa til statsaut. revisor og løggildan grannskoðara. Vit stuðla rætta viðkomandi í allari tilgongdini.

Førleikakrøv

Fyritreytin fyri einum starvi sum næmingur innan grannskoðan á Januar eru, at:

  • Tú ert álitisvekjandi og hevur lætt at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • Tú dugir væl at orða teg skrivliga og dugir við tølum
  • Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, sum er nógv stýrt av lógarreglum
  • Tú hevur gymnasiala miðnámsútbúgving ella aðra útbúgving á sama stigi
  • Tú ert til reiðar at fara undir at lesa HD á Glasi

Hevur hetta spennandi starvið tín áhuga?

Ja... So send okkum tína umsókn íroknað lívsrensl, prógv og próvtøl frá tínari fyrrverandi ella núverandi útbúgving, sum verður lokin í summar. Vit vænta ikki, at tú hevur fleiri ára starvsroyndir, men ístaðin vænta vit, at tú hevur áhuga fyri vinnugreinini og ert forvitin eftir at læra nógv.

Umsókn: Umsókn saman við skjølum kann sendast okkum í telduposti á januar@januar.fo. Umsóknarfreistin er 27. mai 2024.

Starvsbyrjan: 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Christinu á Bøgarði, tlf. 551721 ella cab@januar.fo. Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.