Tíðindi
4
.
April
2024

Royndur bókhaldari søkist vegna kunda

Vegna ein av kundum okkara – eina miðalstóra fyritøku í Tórshavn - søkja vit eftir einum royndum bókhaldara at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið

Arbeiðsstaðurin er á skrivstovu felagsins í Tórshavn. Uppgávurnar hjá bókhaldaranum eru m.a.:

  • Dagliga bókhaldið hjá fyritøkuni, herundir
    • Bankaavstemmingar
    • Skuldararøkt
    • Ognararøkt - herundir at fyrireika gjaldingar
  • Avgreiða lønarflytingar
  • Fyrifallandi skrivstovuarbeiði

Vit vænta, at tú hevur

  • Hug og evni til at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd
  • Góð samstarvsevni
  • Hollar royndir innan bókhaldsarbeiði, herundir royndir við at arbeiða við saksstýring og deildarroknskapi
  • Royndir við Business Central er ein fyrimunur men ikki eitt krav
  • Neyðugar telduførleikar á høgum brúkarastøði

Bjóðað verður

Eitt fjølbroytt og spennandi starv í eini spennandi fyritøku. Góðir møguleikar eru fyri at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn

Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til januar@januar.fo innan 7. mai 2024. Vinarliga viðmerk ”Umsókn bókhaldari”. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Spurningar

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Laksá á tlf. +298 551738 ella við at senda teldupost til hl@januar.fo.