Tíðindi
5
.
May
2017

JANUAR kann avgreiða allar XBRL-innlatingar

Skráseting Føroya og TAKS krevja, at feløg senda inn roknskapir í XBRL-sniði, og tískil er umráðandi hjá feløgunum at tryggja sær, at teirra ársroknskapir og skattaroknskapir kunnu latast inn sambært galdandi krøvum.

Hetta setur krøv til førleikar og skipanir. JANUAR hevur hóskandi tøkni og førleikar at gera ársroknskapir og skattaroknskapir í XBRL-sniði. Vit kunnu tískil hjálpa okkara kundum við hesum.

Vit eru eisini sinnaði at hjálpa øðrum feløgum, sum frammanundan ikki eru kundar hjá okkum við XBRL-innlatingum.