Tíðindi
10
.
October
2020

JANUAR kann bjóða eitt amboð til umsiting av dátuverndarlógini

Sum flestum kunnugt, kemur nýggja dátuverndarlógin í gildi 1.1.2021.

At halda skil á persónsupplýsingum hjá eini fyritøku ella stovni kann vera torført og tíðarkrevjandi.

Okkara samstarvsfelagar í Danmark, DPO-Danmark, hava ment eitt amboð nevnt ControlGDPR. Vit kunnu veita fyritøkum og stovnum hetta amboð og hjálpa til við at fáa amboðið sett í verk.

Eisini kunnu vit í samstarvi við DPO-Danmark veita holla ráðgeving um persónsupplýsingatrygd.

ControlGDPR hevur eína egnu heimasíðu á føroyskum. Sìðan er at finna á hesi leinkju:

www.ControlGDPR.fo