Dáturáðið hevur samtykt eftirlitsætlanina fyri 2024, við eini ætlan um at fremja 100-120 eftirlit í árinum. Evnini, sum eftirlitsætlanin umfatar, eru § 44. Yvirlit yvir viðgerðir og rættindi hjá skrásetta, sum eru tvey grundleggjandi krøv úr Dátuverndarlógini.
Dátueftirlitið vísir á, at tað framvegis eru nógvir dátuábyrgdarar (feløg og stovnar), sum ikki hava fingið hesi grundleggjandi viðurskiftini upp á pláss. Hettar er sostatt orsøkin til, at hesir tættir verða tiknir uppaftur í 2024.
Grein 44 í dátuverndarlógini ásetir ítøkilig viðurskifti, sum skulu lýsast í einum yvirliti yvir viðgerðir. Umframt formligu krøvini er yvirlitið eisini eitt amboð, sum gevur eitt betri yvirlit yvir hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar, umframt hvussu og hvar hesar verða viðgjørdar. – Hetta eru grundleggjandi viðurskifti, sum eru neyðug at kenna fyri at kunna raðfesta eina hóskandi dátuvernd.
Dátuverndarlógin kapittul 4 tryggjar persónum ávís rættindi, sum feløg og almennir myndugleikar hava skyldu til at fylgja.
Dátuverndarkunning: Feløg og stovnar skulu lata skrásetta, bæði uttanhýsis kundum/borgarum og innanhýsis starvsfólkum eina gjøgnumskygda kunning, um hvussu persónupplýsingar verða viðgjørdar, og hvussu skrásetti kann nýta síni rættindi. Umframt ávís onnur formlig krøv eigur kunningin at endurspegla § 44. yvirlitið.
Mannagongd fyri handfaring av rættindum: Við at seta í verk eina mannagongd fyri handfaring av umbønum og áheitanum frá skrásetta, eru feløg og stovnar fyrireikað upp á eina effektiva handfaring av umbønum um innlit, rætting ella striking, sum eisini kann tryggja, at lógin verður hildin undir viðgerð av umbønini.
Verða tit úttikin til eitt eftirlit, ella um tit annars hava nøkur ivamál, um hvussu tykkara dátuvernd kann skipast í samsvari við lógini, eru okkara serfrøðingar innan dátuvernd altíð til reiðar til eitt prát. Vit hava ment fleiri ymsar loysnir og amboð, sum gera tað einfalt at yvirhalda lógina.
Greinin hjá Dátueftirlitinum kann lesast her.