6
.
June
2022

Nýggjur statsaut. revisor hjá JANUAR

42 ára gamli Óli Joensen stóð royndina sum statsaut. revisor týsdagin tann 7. juni. Óli, ið er klaksvíkingur, kom í læru hjá JANUAR í 2003, og hevur tikið útbúgvingarnar HD-R og cand.merc.aud. samstundis, sum hann hevur arbeitt fulla tíð. Óli hevur verið við til at grannskoða bæði smáar og stórar kundar hjá JANUAR. Seinastu árini hevur Óli harumframt ráðgivið íverksetarum á Íverksetarahúsinum, eins og hann hevur arbeitt við at menna rapportering um burðardygd Føroyum.

Óli verður nú partaeigari og ein av 6 statsautoriseraðum grannskoðarum á JANUAR.