Tíðindi
2
.
February
2017

Rundskriv um skatting av fríum summarbýli og stuttleikabáti er sett úr gildi

Toll- og Skattaráð Føroya hevur gjørt av at seta úr gildi rundskriv nr. 2 frá 22. desember 2014 um skatting av fríum summarbýli og stuttleikabáti. Í rundskrivinum vóru ítøkiligar reglur og satsir lýstar fyri skatting av fríum summarbýli og stuttleikabáti. Nú er hetta rundskriv sett úr gildi aftur.


Grundleggjandi er tó heimild hjá TAKS at skatta eina veruliga nýtslu, og í fall tað ikki ber til at staðfesta hesa, skal ein mett nýtsla skattast.

Rundskrivið er sett úr gildi við einum nýggjum rundskrivi, sum er rundskriv nr. 4, dagfest 5. januar 2017.