Tíðindi
4
.
April
2023

Starvsfólk við royndum til grannskoðan

P/F JANUAR kann bjóða tær eitt avbjóðandi og spennandi starv innan grannskoðan, roknskap og skatt.

Sum starvsfólk hjá P/F JANUAR verður tú partur av einum dugnaligum, ágrýtnum og væl útbúnum starvsfólkatoymi. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar. Vit ynskja at arbeiða skjótt og effektivt, tí okkara mál er at geva kundunum ta bestu tænastuna. Tað setur samstundis krøv til okkara starvsfólk. Tað kann vera hart til tíðir, og summir dagar kunnu vera longri enn aðrir. Tað er bara ein partur av, at vera í hesi spennandi vinnuni. Í starvinum fært tú eisini breitt innlit í føroyska vinnulívið, og stóra fakliga vitan.

Um Januar

P/F JANUAR er eitt løggilt grannskoðanarvirki. Vit grannskoða og ráðgeva innan roknskap, bókhald og møguligar umskpanir. Harumframt veita vit ráðgeving og grannskoðan innan KT og KT-trygd, eins og vit ráðgeva um skatt og meirvirðisgjald.

Um teg

  • Tú hevur viðkomandi royndir innan grannskoðan og ráðgeving
  • Tú hevur viðkomandi útbúgving
  • Tú ert álitisvekjandi og hevur lætt at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • Tú dugir væl at orða teg skrivliga og dugir við tølum
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, sum er nógv stýrt av lógarreglum
  • Tú ert jaliga sinnað/ur fyri óvæntaðum broytingum í dagligu arbeiðsuppgávunum

Umsóknin

Umsókn saman við skjølum kann sendast til okkum í telduposti til januar@januar.fo ella við vanligum posti til:

P/F JANUAR

Óðinshædd 13

Postboks 30

FO-110 Tórshavn

Starvstíðin byrjar eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreistin er 1. mai 2023.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Christinu á Bøgarði, tlf. 551721 ella Hans Laksá, tlf. 551738. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.