Tíðindi
10
.
October
2016

Vit eru flutt

Vit eru flutt í nýggjan skrivstovubygning á Óðinshædd 13.

Síðani JANUAR varð sett á stovn í desember 2012, hevur felagið hildið til í skrivstovubygningi á Glaðsheyggi, men umstøðurnar har hava ikki verið hóskandi fyri eitt so stórt virki.

Mánadagin, 24. oktober, eru vit flutt í nýggjan og stásiligan skrivstovubygning, sum er bygdur til okkara tørv. Í nýggja bygninginum fáa vit munandi betri umstøður við rúmligum og ljósum skrivstovum og góðum fundarhølum.